4. januar 2017

ASX mest seldi bilur í 2016

ASX mest seldi bilur í 2016

Soleiðis skrivar KVF á síni heimasíðu í dag.

"Mitsubishi ASX varð mest seldi bilurin í Føroyum í 2016. Annanhvønn yrkadag varð ein nýggjur skrásettur hjá Akstovuni í fjør.

116. So nógvir Mitsubishi ASX-bilar vórðu í 2016 skrásettir og fingu nýggjar nummarplátur hjá Akstovuni, vísa tølini, nú stovnurin hevur gjørt árið upp.

Umroknað svarar tað til, at ein nýggjur Mitsubishi ASX-bilur rullaði út á føroysku vegirnar umleið annan hvønn gerandisdag í 2016 sambært tølunum.

Tað er kortini einki nýtt, at føroyingum dámar best ASX-bilarnar hjá Mitsubishi; tað gjørdu føroyingar eisini í 2015. Tá vórðu til samans 110 seldir í Føroyum."

Tilsamans seldi WAAG 552 nýggjar bilar í 2016, harav 269 vóru av merkinum Citroën, 183 vóru av merkinum Mitsubishi og 100 vóru av merkinum Mercedes-Benz.

 

Nýggjastu tíðindi

WAAG umboðar: