8. juni 2017

Lærlingur til goymsluna

Lærlingur til goymsluna

Hevur tú hug at koma í læru á goymsluni hjá allarhelst størstu bilasølu í landinum, ja, so hevur tú møguleikan nú. Vit søkja eftir einum goymslulærlingi at byrja skjótast til ber.  

Vit vænta, at tú er røkin, ábyrgdarfullur, nærlagdur og er ikki bangin fyri at dálka tær fingrarnar, tá á stendur.

Vit bjóða eitt lærupláss í einari fyritøku í menning og sum er í fremstu røð innan sítt øki í Føroyum. Góðar og væl skipaðar arbeiðsumstøðir, saman við 27 øðrum glaðum starvsfeløgum. 

Um hetta hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at ringja til Elin Christiansen, deildarstjóra, á tel. 214893 ella senda ein teldupost við umsókn, prógvum, møguligum viðmælum og øðrum viðkomandi upplýsingum til hennara, á elin@waagbilar.fo. 

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

WAAG umboðar: