Aldursmarkið fyri at leiga bil er 21 ár.

Skaðar og sjálvsábyrgd

Allir leigubilarnir eru tryggjaðir við einari sjálvsábyrgd á 8.000 kr. Leigarin rindar tí sjálvur tær fyrstu 8.000 kr., um leigarin ger skaða á bilin. Ynskir ein at tryggja seg móti sjálvsábyrgdini, kostar tað 100 kr. eyka um dagin, og verður sjálvsábyrgdin so 500 kr.

Brennievni og annar kostnaður

Leigarin rindar sjálvur fyri brennievni, tunnilsgjøld, parkeringsbøtur og líknandi. Leigubilarnir eru altíð fullir av brennievni, tá ið leigan byrjar, og leigarin skal tí eisini levera bilin aftur við fullum tanga av brennievni, tá ið leigan endar.

Tað er ikki mark fyri hvussu nógvar kilometrar tú kanst koyra við bilinum í leigutíðarskeiðnum. Tað kostar 100 kr. at skráseta eina eyka førara á leigusáttmálan.

Heinting og levering

Leigubilurin skal heintast frá og levarast aftur til WAAG á Hoyvíksvegi 63, 100 Tórshavn. Hetta kann ikki gerðast aðrastaðni, sum eitt nú á flogvøllinum.

Bólkar

Leigubilarnir hjá WAAG eru bólkaðir í bólkar eftir stødd. Í serligum førum kann WAAG veita ein annan bil enn tann sum er bílagdur, tó altíð ein í sama bólki, ella einum hægri bólki, fyri sama prís. Á síðuni "Prísir og bilar" sæst hvussu leigubilarnir hjá WAAG eru bólkaðir.

WAAG umboðar: