1. desember 2016

Marco Polo aftur á goymslu

Marco Polo aftur á goymslu

Tann vælumtøkti kampingbilurin frá Mercedes-Benz, Marco Polo, er nú aftur á goymslu.

Vit hava í hesum umfari fingið tríggjar Marco Polo heim. Bilarnir hava allir tvey setur framman og trý aftan - tvs. pláss til 5 ferðandi. Loft/tak og setur aftan kunnu umgerðast til sovipláss. Harumframt eru allir bilarnir útgjørdur við Sport Pakka Exteriør.

Eisini hava bilarnir eitt nú aut. gear, navigatión, klimaanlegg aftan, 17" Alu. felgur, 360gradir kamera og regnsensorar sum eykaútgerð.

Prísurin á bilunum er ikki endaliga tøkur enn, men hevur tú spurningar um bilin, ella kundi tú hugsað tær at sæð ella roynt ein, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við sølumenn okkara.

 

       

Nýggjastu tíðindi

WAAG umboðar: