16. november 2016

Nýtt frá Citroën

Nýtt frá Citroën

So er Citroën aftur komið við eini nýggjheit. Hesuferð er talan um nýggju útgávuna av tí vælumtøkta C3. Talan er um ein lítlan bil við hópin av útgerð.

Nógv orka er løgd í at skaba ein nútímans og tíðarhóskandi býðarbil, har snið, útgerð, trygd og koyrigleði ganga upp í eina hægri eind.

Bilurin er øðrvísi, men kann alt tað, sum brúkarin í dag krevur. Hann fæst m.a. við teimum praktisku Airbump - sum vit eitt nú kenna frá C4 Cactus - LED-koyriljósum, Panoramaglastaki, viðførisrúm á heili 300 litrar, tí níggjastu tøknini innan kamera og 3D-navigationsskipan, vegstrikualarm, v.m. Harumframt fæst nýggi C3 í ymiskum litum og litsamansetingum.

Bilurin verður væntandi á goymslu mánadagin 19. desembur 2016.

Les meira um bilin HER.

Nýggjastu tíðindi

WAAG umboðar: