
Viðvíkjandi dagførdum ritbúnaði (software) til Mercedes-Benz EQA og EQB
Í sambandi við eina góðskukanning hjá Mercedes-Benz kallar týski bilframleiðarin nú nakrar bilar aftur á verkstað. Talan er um nakrar elbilar av merkjunum Mercedes-Benz EQA og Mercedes-Benz EQB, sum eru framleiddir millum 2022 og 2024.
Í Danmark verða í alt 611 bilar afturkallaðir til at dagføra ritbúnaðin (software) til battarístýrisskipanina. Dagføringin er ókeypis og má gerast á góðkendum Mercedes-Benz-verkstað.
WAAG hevur fingið listan við teimum 611 bilunum, sum verða afturkallaðir í Danmark (og Føroyum) og kann staðfesta, at eingin bilur, sum WAAG hevur selt í Føroyum hetta tíðarskeiðið, verður afturkallaður.
Hevur tú keypt ein EQA ella EQB frá okkum, og hevur tú spurningar um hesa dagføringina ella okkurt annað, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við verkstaðið hjá okkum.
GG: WAAG fær ikki upplýsingar um bilar, sum ikki eru keyptir frá WAAG.
Onnur tíðindi

STONGT FLAGGDAGIN

Nýggi GLC – nú 100% elektriskur

Nýggi Mercedes-Benz CLA avdúkaður

Viðvíkjandi dagførdum ritbúnaði (software) til Mercedes-Benz EQA og EQB

Prógvhandan

Gleðilig jól og gott nýggjár

Prógvhandan


LÆRLINGAR TIL WAAG

Stongt Flaggdagin og Dýra Biðidag

STARVSFÓLK TIL WAAG.

Jóhanna útlærd

Lærupláss
