Ring á 31 36 66

Nýggi Mercedes-Benz CLA avdúkaður

09. apríl 2025

Um okkara leiðir verður tað CLA 250+ við EQ Technology sum kemur fyrst á marknaðin. Nýggi CLA er útgjørdur við alskyns nútímans tøkni, sum m.a. nýggjasta útgávan av MBUX skipanini, eini koyrilongd upp til heili 792 km upp á eina løðing (WLTP) og DC-skjótløðing, við upp til 320 kW.

Tann klókasti CLA nakrantíð

Nýggi CLA er fyrsti bilurin frá Mercedes-Benz, sum bert koyrur við síni egnu stýriskipan, MB.OS. MB.OS er knýtt at Mercedes-Benz Intelligent Cloud, sum ger tað gjørligt, at dagføra skipanir í bilinum ”over-the-air”. Hetta umfatar nú eisini assistentskipanirnar.

MB.OS er fjórða ættarlið av MBUX skipanini hjá Mercedes-Benz. Nýggja skipanin er tann fyrsta, sum sameinir vitlíki frá bæði Microsoft og Google. Skipanin er smidlig og loyvir bilinum at tvinna saman bestu loysnirnar frá veitarum – alt ímeðan tann kenda og væl dámda brúkaraflatan verður varðveitt.

MBUX “Superscreen” og MBUX “Virtual Assistant”

Eygað fangar beinanvegin stóra skermin; MBUX “Superscreen”, sum kann veljast til, tá tú byggir ein CLA. Nýggja MBUX “Zero Layer” skipanin vísir týðandi data og viðmælir funksjónir og appir. Eins og á eini snildfon, kanst tú í einum CLA flyta og skipa appirnar, sum tú sjálv/ur ynskir.

Vitlíkitøknin loyvir førara og ferðandi at hava fløktar samrøður við bilin – hetta við hjálp frá ChatGPT-4o og Microsoft Bing. Harumframt kann tøkni sum er knýtt at Google Germini og Google Maps svara alskynd spurningum, sum eru viðkomandi fyri ferðina.

Elbilur við girum

Nýggi CLA, við EQ Technology, er bæði ein sprintari og ein langteinarakoyrari. Hann er útgjørdur við einum 2-trins girkassa, sum gevur bæði kraftfulla akseleratión og betri effektivitet:

  • Fyrra girið er ætlað til býarkoyring.
  • Seinna girið er ætlað til longri teinar og hægri ferð.
Snið

Tað ber illa til at tosa um nýggja CLA uttan at tosað um sniðið. Hann hevur ein sokallaðan GT-bakpart, eina lága kabinu og ein langan motorhjelm, sum saman gevur eitt sportligt úttrykk. Hetta sama gera stóru hjólini og felgurnar. Framman er CLA prýddur við nýggju A-formaðu grillini, við 142 LED-stjørnum sum lýsa. 

Innan kanst tú njóta stóra panorama-glasstakið, sum gevur bæði ljós og eina kenslu av enn meira rúmd.

CLA í tølum
  • 0–100 km/t uppá 6,7 sek.
  • Topferð: 210 km/t
  • Motorur: 200 kW,
  • Løðist við 11 kW AC og upp til 320 kW DC
  • Aksullongd: 2.790 mm
  • Heildarlongd: 4.723 mm
  • Frunk: +101 litrar (afturat 405 l. í afturrúmi)

Onnur tíðindi