
Nýggi GLC – nú 100% elektriskur
GLC er aftur – nú sum ein kraftmikil og fult elektriskur SUV. Við EQ Technology lyftir Mercedes-Benz ein av sínum mest umtóktu modellum upp á eitt nýtt støði, har framkomin tøkni, førarakomfort og snið ganga hond í hond.
Nýggi GLC sameinir alt tað, ið fólk dáma við tí klassiska GLC, men nú við eldrift, longri koyrilongd og skjótari løðing. Við battaríkapasiteti uppá 94,5 kWh og einari WLTP-koyrilongd upp til 650 km, er talan um ein SUV, ið megnar eisini teir longstu túrarnar – eisini her heima í Føroyum. Við 800-volta løðitøkni kann GLC løðast til 400 km uppá einans 15 minuttir.
GLC er frá grundini av sniðgivin sum elbilur og er tí til reiðar at møta hægstu krøvum innan bæði teknologi og koyrieginleikar. Við 4MATIC trekk á øll hjólum og einari nýggjari “Disconnect Unit” veitir bilurin eina tryggari og meira følsama koyriuppliving – eisini á kava og hálum vegi.
Tveir elektriskir motorar arbeiða sjálvstøðugt og tryggja, at kraftin altíð verður býtt rætt út til øll hjólini. Ein framúr drívlinja sameinir acceleration, kontrol og effektivitet – alt í einum.
Bygdur til kulda – og gjøgnumtestaður í ekstremum treytum
Nýggi GLC hevur gjøgnumgingið eitt av mest krevjandi testprogrammum í bilheiminum. Í Arjeplog, norðara Svøríki, er bilurin testaður í kulda niður í -25°C. Og hann stóð seg sera væl – við støðugum styrki og betri trygd.
”Vores nye, elektriske GLC er en bil uden kompromis – og vi tester den også uden at gå på kompromis. Under vintertest i Sverige, demonstrerede vores nye, fuldt elektriske GLC dens pålidelighed og robusthed selv under meget svære forhold. Den repræsenterer innovation og kvalitet – et faktum, som vi har understreget i den skandinaviske vinter,”
Sigur Christoph Starzynski, Vice President Overall Vehicle Development & Integration, Mercedes-Benz Group AG.

Við nýggjari battaríteknologi, framleidd við eini innovativari blanding av silisiumoxid og grafitti, hevur nýggi GLC hægri orkutættleika og lægri vekt – sum gevur bæði longri koyribreidd og betri orkunýtslu. Ein intelligent hitastýring við luftbaseraðari varmepumpu tryggjar, at battaríið altíð hevur rætta hitan – bæði fyri skjótari løðing og hægri effektivitet.
GLC í tølum
- Koyrilongd: yvir 650 km (WLTP)
- Battarí: 94,5 kWh
- Løðing: Upp til 320 kW DC
- Toppferð: 210 km/t
- Sleipar: upp til 2.500 kg
- Aksullongd: 2.790 mm
- Heildarlongd: 4.723 mm
- Frunk: +101 litrar (afturat 405 l. í afturrúmi)
