
Á Hjalla 22 – Tel. 61 36 66
Plátuverkstaðið
Á plátuverkstaðnum hava vit útgerð sum krevst, fyri at umvæla skaðar á øllum bilmerkjum – bæði tá talan er um plátu- og lakkskaðar.
Plátuverkstaðið hjá WAAG er góðkent til at umvæla tryggingarskaðar fyri Betri Trygging og TRYGD.
Opið
Mána- til fríggjadag 8:00 – 16:00
Umbið eina tíð til sýn
Tá bilurin hevur fingið ein skaða, sum skal gerðast aftur, kunnu vit hjálpa. Umbið eina tíð at fáa skaðan sýnaðan her, ella ring til okkum á tel. 61 36 66.
Mannagongd, tá talan er um tryggingarskaða
Tá talan er um tryggingarskaða, skal føst mannagongd fylgjast (sí niðanfyri). Vit vegleiða fegin, um tú hevur spurningar.

1. Tá bilurin fær skaða
Fær bilurin skaða, má støða fyrst tikin til, um tað er trygt at koyra við bilinum ella ikki.
Er talan um minni skaða, kann bilurin vanliga koyra, til hann verður umvældur. Er talan hinvegin um størri skaða kann bilurin møguliga ikki koyra, fyrr enn hann er umvældur.
Er skaðin somikið stórur, at tað ikki ber til at koyra við bilinum, kann hann flytast til okkum við flutningshjálp.
Eru ivamál, vegleiða vit fegin.

2. Boða frá skaðanum
Tá talan er um tryggingarskaða, mást tú venda tær til títt tryggingarfelag og melda skaðan inn.
Frá tryggingini fært tú eitt skaðanummar og boð um, at bilurin skal sýnast.
Vit sýna skaðar týs- og hósdagar. Tú møtir við bilinum kl. 8.00 og fært bilin aftur uml. kl 14 sama dag.
Til ber at bíleggja tíð frammanundan men til ber eisini at møta á Hjalla týs- ella hósmorgun kl. 8:00.
Minst til at hava skaðanummarið við tær.

3. Umvæling
Tá ið bilurin er sýnaður, skal tryggingarfelagið góðkenna sýnið. Hesum samskiftinum taka vit okkum av.
Tá ið sýnið er góðkent, fært tú eina tíð til umvæling frá okkum.
Tá talan er um tryggingarskaða, hevur tú møguliga rætt til leigubil, meðan tín bilur verður umvældur.
Tað er umráðandi, at tú boðar okkum frá, um tú vilt hava leigubil, meðan bilurin hjá tær er til umvælingar hjá okkum.

4. Tú fært bilin aftur
Tá bilurin er liðugt umvældur, fært tú boð frá okkum um, at bilurin er klárur at heinta.
Tá talan er um tryggingarskaða, taka vit okkum av øllum samskiftinum við tryggingarfelagið, um gjalding fyri umvælingina.

SAMBAND
Starvsfólk á plátuverkstaðnum.

Poul Jóhan Poulsen
Leiðari Dekk- og plátuverkstaðið

Erling Davidsen
Lakkerari

Johnny F. Heinesen
Plátusmiður

Kristian Martin Egholm
Plátusmiður

Andri Venned
Lærlingur / Plátusmiður

Jákup Sofusson
Arbeiðsmaður

Plátuverkstaðið á Hjalla
Plátuverkstaðið hjá WAAG heldur til á Hjalla 22, 188 Hoyvík.